![]() |
![]() |
![]() |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Andras Olsen Frá barnsbeini hevur tónleikurin altíð havt áhuga hjá Andrasi, og ikki meira enn 9 ára gamal byrjaði hann at fáa frálæru í hornblástri. Tá byrjaði hann eisini at spæla við Havnar Hornorkestri, og hansara høvuðsljóðføri bleiv trombonin. Í 1997 byrjaði Andras á Musikkonservatoiinum í Århus, og frá 2000 til 2002 tók hann prógv frá Royal Academy of Music í London. Andras tók solist útbúgving frá Kongaliga Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn í 2006. Í dag starvast Andras hjá Kongaligu Lívgarduni, sum hevur høvuðssætið í Keypmannahavn, umframt at hann eisini spælir við smærri orkestrum í Evropa. Eisini stjórnar Andras Olsen Concord Brass Band, sum er eitt av bestu hornorkestrunum í Danmark. Andras er eisini limur í bólkunum Aldubáran, Athelas, Scenatet og Audio Exhibition. Út yvir sítt høvuðsviki sum klassiskur tónleikari, spælir Andras eisini rútmiskan tónleik. Hann hevur m.a. verið við á fløgu hjá Teiti og Hanus G.
|
|
Send ein óbindandi fyrispurning til Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt: Tú kannst eisini ringja til okkum á Vit síggja fram til at hoyra frá tær.
|
© |
Site design thorsimonsen.com |