Øll nøvn Ásbjørn Berthelsen

Ásbjørn Berthelsen

Ásbjørn Berthelsen er gyklari. Hann hevur í 15 ár framført fyri stórum og smáum í alt frá barnagørðum og skúlum til sølustevnur, jólahald, festivalar og bygdastevnutiltøk. Ásbjørn fær framført fyri heilt fáum fólkum, sum t.d. til barnaføðingardagar, men hann kann eisini framføra fyri stórari fjøld í fultsettari ítróttarhøll.

Gyklasýningin inniheldur:
UNDRUNNARVERD GYKLAKYNSTUR, sum bæði børn og vaksin halda vera stuttlig, har børnini eisini sleppa at hjálpa uppi á pallinum. BÚKTALING. Freki Finn er fastur partur av sýningini. Freki Finn er ein fuglur, sum dugir at snakka. Hann er sera frekur, men eisini nokkso fittur. Hann dugir enntá at gykla!

Ballónfigurar:
Ásbjørn er sera stinnur í at snæra ballónfigurar. Tað ber til at bíleggja hann at ganga á festivaløkinum, á sølustevnuni, í handlum ella at gera ballónir til øll børnini í føðingardegnum!

Serlig ynski:
Hevur tú serlig ynski, ber sjálvandi til at avtala tað við Ásbjørn. Vilt tú t.d. hava hann at gykla karamellur við tínum logo á til børnini ella …. You name it. Næstan alt ber til.

 

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com