|

Ásbjørn Berthelsen
Ásbjørn Berthelsen er gyklari og hevur undirhildið í 15 ár. Mest hevur tað
verið til barna- og familjutiltøk, men gyklaundirhald er ikki bert fyri
børn! Ynskir tú undirhald, sum er reint, undrunnarvert og borðbart, so send
boð eftir gyklaranum Ásbjørn.
Veitslur/borðhald (Stand-up):
Ásbjørn framførir við eini blanding av gykli
og stand-up, sum hóskar seg væl til t.d. veitslur og jólaborðhald.
Veitslur/borðhald (Close-up):
Er hølið ikki væl egnað til eina framførðslu
fyri øllum selskapinum í senn, framførir Ásbjørn runt við borðini. Við m.a.
kortum og myntum henda "tricksini" beint framman fyri eygunum á áskoðarunum,
og onkuntíð enntá í hondunum á áskoðarunum! Ver vísur í, at gestirnir fáa
nakað at tosa um eftir hesa sýningina!
Ásbjørn hevur eisini roynt seg sum konferencier, og tónleikari er hann
eisini, so talan kann sjálvandi vera um eina pakkaloysn.
Walk-around-magic:
Til móttøkur og tílík tiltøk, har fólk ikki sita niðri,
gyklar Ásbjørn runt millum fólkið. Tað ber eisini til at bíleggja hann at
ganga á einum festivaløki, sølustevnu, bygdastevnuøki, ja næstan hvar sum
helst.
Ásbjørn kann eisini framføra á enskum og donskum/skandinaviskum
|
 |
Send ein óbindandi fyrispurning til
 tonleikur@tonleikur.fo
Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar
Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41
Vit síggja fram til at hoyra frá tær.
|