![]() |
![]() |
![]() |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Brandur Brandur Enni hevur, hóast sín ungar aldur, nógv ár á baki sum professionellur sangari, tónleikari, og sangskrivari, og hann er í dag eitt tað mest lovandi unga poppnavnið í føroyskum tónleiki. Hann gjørdist av fyrstan tíð kendur sum partur av væl umtóktu barnafløgunum við Kulum Rótum, og longu 12 ára gamal útgav hann í 2002 sína debutfløgu, "Waiting in the Moonlight", ið var ein tann best seljandi fløgan í føroyskari poppsøgu, og sum førdi til vælumtóktar konsertferðir í Íslandi og Danmark. Síðani 2005 hevur Brandur Enni verið nógv í Svøríki, har hann millum annað hevur gingið á navnframa sangskrivaraskúlanum Musikmakarna og arbeitt saman við lagsmiðunum hjá tónlistaforlagnum Air Chrysalis Scandinavia. Brandur Enni hevur eisini sungið á eitt nú filminum High School Musical og luttikið í tí svenska grand prixnum. Seinnu árini hevur Brandur Enni lagt seg alt meira eftir at skriva egnar sangir og framføra teir á konsertum og festivalum. |
|
Send ein óbindandi fyrispurning til Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt: Tú kannst eisini ringja til okkum á Vit síggja fram til at hoyra frá tær.
|
© |
Site design thorsimonsen.com |