Øll nøvn Konsertbólkar Divaz

Divaz

Divaz er ein nýggjur bólkur, ið er samansettur av royndum tónleikarum og songkvinnum. Hettar er ein bólkur, ið osar av spæligleði og orku. Ein bólkur, ið vil blása áhoyraran um koll við góðum undirhaldi og væl framførdum tónleiki og sangi. Hettar er undirhald og tónlistarlig góðska á hægsta stigi.

Tær tríggjar songkvinnurnar, Anna Maria Olsen, Malan Eyðunsdóttir og Laila Carlsen, kenna vit frá ymiskum tónlistarligum høpum, men at síggja tær allar tríggjar á palli saman er nakað heilt serstakt og forkunnugt. Saman hava tær funnið eitt heilt serligt ljóð og tónaunivers, sum ikki er hoyrt fyrr her á landi. Tær eru allar sera dugnaligir solistar, ið við sínum sangi og karisma megna at koma út um pallkantin og fanga áhoyraran, og sum kórsangarar eru tær eisini í heimsklassa. Tær eru sera ymiskar sum songkvinnur, men samljóð teirra fær tónlistarligu upplivingina at ganga upp í eina hægri eind.

Aftur at sær hava tær ein hóp av sera dugnaligum tónleikarum. Handan trummurnar er Henning Hjalt Nicodemussen, ið vit m.a. kenna frá Kjølum, All That Rain, Jens Marna, Brandur Enni, ROX og fleiri øðrum. Henning er ein sera umbiðin trummuleikari, bæði til konsertir og onnur tónleikalig tiltøk, og ikki minst sum studiotónleikari. Gittarleikarin er eingin annar enn Jóhan Ziskason, ið óivað er mest kendur úr bólkinum Mark No Limits, men sum eisini hevur spælt við ymiskum bólkum seinastu árini. Bjarki Meitil er bassistur við drúgvum royndum. Hann hevur verið hinumegin Atlantshavið og nomið sær útbúgving og er ein bassleikari við kanti, dirvi og tónlistarligari orku. Bjarni Lisberg er ein ungur harri við heilt serligum gávum. Hann er eitt nýtt navn í føroyskum tónleikahøpi. Hann bregður ikki burtur úr ætt, og sum ljómborðleikari telist hann millum teir allar bestu, ið vit hava í Føroyum.

Tónlistarligi stílurin er ein blanding av nýggjum og gomlum. Ein samanrenning av fangandi poppløgum, vøkrum R&B balladum, pumpandi Rock N Roll, frekum Soul og Diva. Sera áhoyraravinarligur tónleikur við høgum undirhaldsvirði.

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com