![]() |
![]() |
![]() |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
DJ EDDY DJ EDDY, ella Eyðfinn Drewsen, byrjaði sum DJ í 1987, og er ein hin elsti virkandi DJ í Føroyum. Hann stovnaði við øðrum í 1991 DJ konseptið DMG Housepumpers, sum ferðaðist landið runt við mobildiskoteki. Helst var hann fyrsti DJ'arin her á landi, sum byrjaði at spæla house-tónleik í sein-80'unum. DJ EDDY lærdi seg skjótt at beatmixa tónleik, sum eingin annar í Føroyum hevði gjørt áðrenn. Í 1993 flutti hann til Danmarkar at arbeiða, og virkaði tá bæði sum DJ í Danmark og Føroyum. DJ EDDY bleiv ársins DJ Í 2000. Hann hevur vunnið tvær megamix-kappingar, og vann eisini finaluna í kapping, sum Numark.com & NRJ-Radio saman skipaðu fyri, har hann kappaðist móti DJ's úr Danmark, USA, Týsklandi, Australia og aðrastaðni. Um stílin hjá DJ EDDY er at siga, at hann kann spæla tónleik frá sjey áratíggjum, men kanska serliga frá 80'unum til í dag. Honum dámar best at spæla nýggjan elektroniskan mainstream og "arga" eitt sindur við upfront tónleiki. Tað velst um tiltakið. Hann hevur tónleik til nógv ymisk høvi, men dámar best at skilja ímillum sjangrurnar (alt eftir staði): popp, rokk, hip hop, italo disco, r'n'b, disko, house, trance, elektro, við undirsjangrum. DJ EDDY er all-roundari innan tónleik, og um onkur fyrireikari vil hava tematiltak, er hann sjálvandi fresjj.
|
|
Send ein óbindandi fyrispurning til Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt: Tú kannst eisini ringja til okkum á Vit síggja fram til at hoyra frá tær.
|
© |
Site design thorsimonsen.com |