Øll nøvn Konsertsolistar Eivør

Eivør

Eivør hevur sum ein av teimum bjartastu stjørnunum í Norðanlondum bergtikið áhoyrarar um alla verðina við sínum serstaka tónleiki og karisma. Hon valdi á heilt ungum árum at víga sítt lív til tónleikin, og í dag er hon ein búgvin og royndur altjóða artistur við óteljandi konsertframførslum, og fleiri virðislønum og fløgum á bakinum.

Tað, sum ger Eivør so serstaka, er ikki bert hennara bergtakandi rødd, hennara frálíka sangskriving og lagasmíð, og hennara framúr góðu konsertframførslur, men eisini tað, at hon sum tónleikaartistur fevnir so víða, bæði tá tað snýr seg um tónleikasjangrur, og tá tað snýr seg um listarlig úttrykk. Eivør nemur altíð við áhoyrarnar við sínum heilt egnu framúrskarandi tónleikarligu eyðkennum.

Limir í bólkinum

Eivør Pálsdóttir, sang
Benjamin Petersen, guitar
Mikael Blak, bass
Høgni Lisberg, trummur

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com