Øll nøvn Konsertbólkar Eyðun Nólsøe

Eyðun Nólsøe

Eyðun Nolsøe telist millum allarbestu tónleikarar og entertainarar í landinum. Hann var tannáringur, tá hann legði frá landi við bólkinum Frændur í fyrru helvt av 80’unum. Síðani hevur Eyðun Nolsøe verið ein av høvuðsmonnunum í Frændum, og hevur skrivað og sungið fleiri av best umtóktu sangunum hjá bólkinum.

Eisini sum solistur hevur Eyðun Nolsøe verið virkin við útgávum og framførslum. Við einum breiðum úrvali av tónleiki - bæði sínum egna, Frændur-løgum og kendum løgum hjá øðrum - eru tónleikakvøld við Eyðun Nolsøe altíð framúr góð.

Eyðun Nolsøe kann upplivast live bæði einsamallur og saman við bólkinum hjá sær – á konsertum og dansitiltøkum.

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com