Øll nøvn Flemming & Vinmenn

Flemming & Vinmenn

Skal tú hava dansitónleik, ja so er tónleikabólkurin Flemming og vinmenn ikki bara eitt tað besta, men eisini tryggasta valið, tú sum fyriskipari kanst taka. Her er talan um toppgóðsku fyri sera sámiligan prís. Oddamaðurin Flemming Petersen hevur 30 ára royndir í alskyns tónleikahøpi, og saman við nøkrum av royndastu og fremstu tónleikarunum her heima verður svingað alla náttina út í eitt! Men skunda tær, tí Flemming er sera nógv umbiðin.

Flemming Petersen syngur og spælir gittar. Flemming spældi í fleiri ár fast á týskum ferðamannaskipum, og hevur verið fastur fúsur á Nørrønu, umframt spælt til hundraðtals veitslur í Føroyum. Umframt føroyskt, so syngur Flemming eisini á enskum, portugiskum, sponskum, týskum og donskum. Hevur givið fløgu & DVD út.

Rúni Dam spælur keyboard og trummuforritar. Rúni hevur spælt við Flemming í 25 ár.

Benjamin Petersen spælir gittar og syngur. Hann hevur givið fløgu út, spælir dagliga við Eivør og fleiri øðrum bólkum. Hann er ein sannur gittarsnidlingur.

Mikkjal Joensen spælir bass. Hevur spælt bass við fleiri av Føroya fremstu bólkum gjøgnum árini og verið á óteljandi fløgu-útgávum.

Um ynski er um ”live” trummuleikara, er møguleiki at velja ímillum teir bestu á økinum í Føroyum.

Flemming & Vinmenn kann fáast í fleiri variantum, bæði viðvíkjandi manning og prísi – frá minstu manning, sum eru 3 tónleikarar, til ta størru loysnina við fullari manning - 5 tónleikarar. Stílurin er stutt sagt alt - frá tí svingandi valsinum, country, polka, reggae, disco, bleytum jazzi, latin, samba, rumba og tango til góðan gamlan rock & roll.

Live upptøkur frá tá Flemming & Vinmenn hava spælt til dans:

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com