Øll nøvn Konsertbólkar Froðbiar Søknar Blues Orkestur

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur spælir lurtaravinarligan blues í ymiskum stílum. Íblásturin er blueseyðkenni frá 60'unum, tó í nútímans tulking. Tilfar fær bólkurin frá bluesmeistarum sum Muddy Waters, Otis Rush, Freddie King, Fleetwood Mac, Eric Clapton, Stevie Ray Vaughan, og Paul Lamb & the Kingsnakes, sum síðani verður evnað til serliga Froðbiarstílin. Hetta so gott sum garanterar eina svingandi, autentiska og undirhaldandi framførslu.

Limirnir í bólkinum eru garvaðir tónleikarar, sum vildu royna nakað nýtt, og ikki kann sigast annað enn at teir svinga. Bólkurin spælir væl, hevur humor og karisma og framúr gott samband við áhoyrararnar.

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com