![]() |
![]() |
![]() |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Gipsy Train Gipsy Train er navnið á nýstovnaðum bólki, ið er mannaður av unglingum úr tónleikaumhvørvinum. Allir hava teir til felags at brenna fyri at spæla konsertir - at boða teirra boðskap út til alt og øll. Spurdir, hvussu tónleikurin lættast kann bólkast, siga teir, at hann er ein blanding av sigoynaratónleiki og reinum rokki við íblástri frá ska og reggae. Enn hava seks ungu menninir einans spælt eina konsert - nevniliga debutkonsert í Sirkus - men eru teir bókaðir til fleiri konsertir restina av árinum og inn í nýggja árið. Spurdir, hvat áhoyrarin kann vænta til konsertina, siga teir, at "ein kann vænta at sigoynaratokið, sum stendst av vognum av ymiskum tónleikasjangrum, ið á ymiskar hættir eru nærliggjandi, fer at koyra fyri fullum blussi við reinari, karismatiskari og skitnari umpaorku sum brennievnið! Evsta mál okkara er at fáa áhoyraran upp úr stólinum, sleppa øllum teymum og sláa seg leysan og hava eins stuttligt, ið vit hava tað á pallinum." |
|
Send ein óbindandi fyrispurning til Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt: Tú kannst eisini ringja til okkum á Vit síggja fram til at hoyra frá tær.
|
© |
Site design thorsimonsen.com |