Øll nøvn Konsertsolistar Guðrið Hansdóttir

Guðrið Hansdóttir

Guðrið Hansdóttir er millum fremstu nøvnini á føroyska tónleikapallinum í løtuni. Hon skrivar sjálv sínar vælljóðandi sangir, ið eru ein blandingur av fólkatónleiki og poppi. Seinnu árini er Guðrið komin langt við sínum tónleiki. Fløgur hennara, "Love is Dead" og "The Sky is Opening", eru væl móttiknar av ummælarunum, og við síni stillu medferð, róligu rødd og fangandi løgum er hon í fullari ferð við at leggja fjepparar fyri føtur sínar bæði í Føroyum og uttan fyri landoddarnar.

Í løtuni arbeiðir Guðrið við síni 3. útgávu, sum ber heitið ”Beyond the Grey”, og útgávan kemur út í februar 2011. Tit kunnu gleða tykkum at hoyra og syngja við til løg sum "I Defy", "Do You Believe?", "Sleeping With Ghosts" og, ikki minst, "Stjørnur".

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com