Øll nøvn Konsertsolistar Hallur Joensen

Hallur Joensen

Countrykongurin í Føroyum í løtuni eitur Hallur Joensen. Klaksvíkingurin, sum byrjaði sína yrkisleið sum tónleikari í Danmark í 90’unum, er nú heimskendur í Føroyum fyri egnar tulkingar av víðagitnum country-sangum.

Umframt at hava givið tvær fløgur út – “Pickin’ Time In Nashville” (2008) og “Smile” (2009) – er Hallur eisini virkin hvørt vikuskifti við framførslum av ymsum slag. Countrykonsertir, gospelkonsertir, stevnudansir og annað. Ein tann minniligasta framførslan man vera, tá hann framførdi ”Kiss an Angel Good Morning” saman við Charle Pride í Ítróttarhøllini á Nabb í 2009. Men tað er ikki bara í Føroyum, at Hallur er væl umtóktur. Eisini hava útvarpsstøðir bæði í Japan og ymsastaðni í Evropa valt at seta løg og útsetingar hjá føroyska countrykonginum í umfar.

Áhoyrararnir hjá Halli kunnu gleða seg til ektaðan og hjartaligan country-sang, sum hevur bæði beinini plantað væl á jørðini, og sum samstundis svingar so tað ikki ber til at standa ella sita stillur.

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com