Øll nøvn Konsertbólkar Hamferð

Hamferð

Hamferð varð stovnað í 2008 av guitaristinum John Egholm. Tann fyrsta framførslan hjá bólkinum var til GBOB kappingina í 2008, har bólkurin spældu seg í finaluna. Aftaná GBOB var bólkurin óvirkin í eina tíð, burtursæð frá at manningin broyttist eitt sindur. Guitaristurin Theodor Kapnas og ljómborðsleikarin Esmar Joensen komu upp í bólkin, sum longu innihelt guitaristin John Egholm, sangaran Jón Hansen, bassistin Tinna Tótudóttir og trummuleikaran Remi Johannesen.

Á sumri í 2009 skrivaði Hamferð tónleikin til tað, sum gjørdist til fyrstu Hamferð demoina, sum varð upptikin í Svøríki á heysti í 2009. Fyrst í 2010 vann Hamferð tónleikakappingina Sement, sum gav teimum heitið "Føroya besti nýggi bólkur 2010". Jón Hansen, Tinna Tótudóttir og Theodor Kapnas vóru ikki til staðar til Sement framførslurnar, so Hamferð fekk hjálp frá bassleikaranum Jenus í Trøðini og guitarleikaranum Harald í Kálvalíð, umframt at John Egholm tók sær av sanginum. Hendan manningin spældi síðani nakrar konsertir aftaná Sement fram til summarið í 2010. Nakrar vikur eftir at Sement var liðugt, lá lagið "Opið Hav" ovast á 15 teimum bestu í tríggjar vikur.

Summarið í 2010 gjørdist gjøgnumbrotið hjá Hamferð. Theodor Kapnas, Tinna Tótudóttir og Jón Hansen komu aftur til Føroya, og Hamferð spældu stórar konsertir á bæði G! Festivalinum, Summarfestivalinum og Ólavsøkukonsertini. Bólkurin fekk framúrskarandi ummæli fyri sínar framførslur, m.a. 4* frá heimskenda tónleikablaðnum Kerrang!. Hamferð vóru eisini nevnd sum einum av teimum trimum bestu bólkunum á G! 2010 av Jón Tyril í Sosialinum.

Í juli 2010 byrjaði bólkurin at taka sína fyrstu fløgu upp, sum kallast "Vilst er síðsta fet". Fløguproduktiónin varð gjørd av guitarleikaranum Theodor Kapnas, og masteringin varð gjørd av tí legendariska Peter In de Betou.

Í desembur 2010 vann Hamferð heitið sum besti nýggi bólkur í Føroyum 2010 á Planet Awards. Í januar 2011 var bólkurin á konsertferð saman við Lyon, Petur Pólson og Incurse, og spældi sera væleydnaðar konsertir í Gøtu, Tórshavn og Tvøroyri. Hamferð fer at byggja uppá hetta í 2011, og tí lovar 2011 at blíva tað mest spennandi árið hagartil í tí stuttu søguni hjá Hamferð.

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com