Øll nøvn Konsertsolistar HOGNI

HOGNI

Høgni Lisberg (HOGNI) hevur 3 fløgur á baki, og allar hava tær ymiskt ljóð og vísa tað spennivídd, sum Høgni Lisberg hevur sum artistur. Fløgurnar "Most Beautiful Things" (2003), "Morning Dew" (2005) og "Haré! Haré!" (2008) hava her heima vunnið og verið nomineraðar til Planet Awards. Fløgurnar hava fingið sera góð ummæli og hava selt væl. Fleiri løg hava verið nr. 1 á 15 Teim Bestu í upp til fleiri vikur. Høgni hevur m.a. framført sín tónleik á Summarfestivalinum og á høvuðspallinum á G! Festivalinum.

Úti í heimi er Høgni ein av okkara virknastu tónleikarum, har hann hevur verið á konsertferðum og spælt á festivalum í fleiri londum, m.a. í USA til SXSW, heimsins størstu tónleikamessu, á høvuðspallinum á Italia Wave Love Festival, størsti festivalur í Italiu og á Roskilde Festival (DK), Iceland Airwaves (IS), Midem (FR), o.s.fr.

Seinasta avrik Høgna var at fáa lagið Bow Down (to no man) á NBA 2K11, heimsins størsta basketball spæl. Bert 27 løg sluppu við á soundtrack'ið, og harímillum vóru fleiri heimsstjørnur sum t.d. Snoop Dogg. Síðani spælið kom út, hevur lagið haft uml. 1500 hits um dagin á YouTube. Hetta er eisini eitt av løgunum, ið hevur ligið nr. 1 í Føroyum.

Høgni er sera nærverandi og fangandi í sínum framførðslum. Um tað er ein lítil innilig konsert ella ein stórur festivalur, megnar hansara sterka framførsla altíð at hugtaka fjøldina.

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com