Øll nøvn Konsertsolistar Jóhannes Andreasen

Jóhannes Andreasen

Jóhannes Andreassen er útbúgvin pianoleikari frá "Hochschule für Musik und darstellende Kunst" í Wien. Harumframt er hann útbúgvin innan kamartónleik á "the International Menuhin Music Academy" í Sveis, og seinni hjá Peter Feuchtwanger í London. Jóhannes Andreasen hevur verið á skeiði hjá fleiri tónleikarum, til dømis Irena Zaritskaya og Edith Picht-Axenfeld.

Hann arbeiðir sum lærari á Musikkskúlanum og sum freelance tónleikari. Jóhannes Andreasen framførir javnan tónleik í duettum, kamartónleik og hevur innspælt fløgur fyri plátufeløgini Extraplatte, Kontrapunkt og Tutl. Sum solistur hevur hann framført eitt ótal av ferðum saman við Føroya Symfoniorkestri. Harumframt hevur hann framført á frumframførslum hjá fleiri tónaskaldum, harímillum Sunleif Rasmussen og Atli Heimir Sveinsson.

 

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com