![]() |
![]() |
![]() |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Kvonn Bólkurin Kvonn bleiv stovnaður í 2006. Tó hava limirnir í bólkinum spælt saman í fleiri ár - nøkur í bólkinum Spælimenninir, ið bleiv stovnaður í 1974, og sum enn er virkin. Bólkurin Kvonn er uppkallaður eftir kvinnuliga liminum í bólkinum, Angelika Nielsen. Hvonn, ella Kvonn, eitur á latín Angelica Archangelica. Avgjørt var at stava navnið á bólkinum við "K", sum Svabo, ið eisini var spælimaður, skrivaði tað. Harafturat er Kvonn eitt navn, sum øll beinanvegin kunnu úttala rætt uttanlanda. Kvonn hevur innspælt fløgu. Á fløguni eru løg í spælimannastíli eftir Ívari Bærentsen, Angeliku Nielsen og Kristian Blak. Bólkurin kann sostatt burturav spæla egin løg á konsertum. Harafturat kann bólkurin spæla traditionellan norðurlendskan og keltiskan spælimannatónleik bæði til dans og til konsert, umframt løgini frá nótabók Svabos frá 1775. |
|
Send ein óbindandi fyrispurning til Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt: Tú kannst eisini ringja til okkum á Vit síggja fram til at hoyra frá tær.
|
© |
Site design thorsimonsen.com |