Øll nøvn Konsertsolistar Linda Andrews

Linda Andrews

Nógv av okkum vóru millum teir 2,7 milliónir hyggjarirnir, sum fylgdu við í X-Faktor, tá Linda Andrews í 2009 vann kappingina. Stakfløgan "Det bedste til sidst" hevður síðani selt platin, og Linda Andrews hevur verið á konsertferð í Danmark, Føroyum og Grønlandi, umframt havt framførslur í fleiri sjónvarpssendingum. Áðrenn tað hevur Linda Andrews í mong ár arbeitt sum songkvinna, kórleiðari, sangskrivari og vocalcoach. Fyrsta, fløgan Linda Andrews gav út, var gospelfløgan "Revelation" í 2008, og umframt X-Faktor vinnaraútgávuna "Into the light" í 2009, so útgav Linda Andrews eisini jólafløguna "Minnir ið fløva", sum var nógv spæld í útvarpinum her heima.

Út yvir konsertir við stórum bólki, kirkjukonsertir, og arbeiði sum kórleiðari fyri fleiri gospelkór í Danmark, so hevur Linda Andrews eisini eitt virksemi við workshoppum. Til dømis gospelworkshop, har ein lærir at syngja gospel, og solistworkshop, har ein verður bjóðaður av sum solistur. Hetta er sera vælumtókt hjá fyritøkum, sum skulu hava ein evnisdag ella eitt tiltak, har starvsfólkini skulu samansjóðast. Linda Andrews hevur millum annað staðið fyri stórum tiltøkum, har hon hevur fingið starvsfólkabólkar at framføra fyri hvørjum øðrum við singback - á la All Stars. Kundarnir hjá Lindu Andrews eru millum annað Danske Bank, Nordea Bank, DeLoitte, Lego og Dong Energi.

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com