Øll nøvn Konsertsolistar Lív Næs

Lív Næs

Lív Næs spælir fólkatónleik. Hon bleiv kend, tá hon í 2009 sang saman við Niels Midjord á fløguútgávuni "Tú skalt eiga morgin dagin", við norskum vísusangum hjá Alf Proysen, týddar til føroyskt av Niels Midjord. Tey bæði spældu nógv ymsa staðni í Føroyum, bæði á stevnum, festivalum og privatum tiltøkum. Millum annað vóru tey við á Summartónum í Fugloy og Mykinesi.

Aftan á samstarvið við Niels Midjord, fór Lív Næs í holt við egnan tónleik, sum hon millum annað hevur framført á Summarfestivalinum, G!Festivalinum, Hvonn, Tutl, kirkjukonsertum og privatum tiltøkum. Í 2009 fekk hon sanglegatið, ið er stovnað til minnis um Sannu Dahl Waagstein, frá Tórshavnar kommunu, og í 2010 varð hon tilnevnd ársins songkvinna á Planet Awards. Eisini er hon við á fløguútgávuni hjá "Nýggjum Kularótum", og hevur ligið á 15 teimum bestu saman við Tróndi Enni við lagnum "Sveimandi".

Lív Næs spælir sjálv gittara, og hon plagar at fáa Trónd Enni og Una R. Debess at spæla saman við sær, tá hon spælir til ymisk tiltøk. Í løtuni arbeiðir Lív Næs við tilfari til eina nýggja fløgu.

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com