Øll nøvn Skemt Niclas Heri Jákupsson

Niclas Heri Jákupsson

Tey flestu munnu óivað kenna hann sum forsangaran í kenda klaksvíksbólkinum Dynamit, ella frá leiklutinum sum Trølla Pætur, men Niclas Heri hevur nógvar aðrar streingir at spæla uppá. Niclas Heri er eisini ein evnaríkur fyrilestra- og skeið haldari, og er tað sum oftast hesi evnini hann tosar um: Strongd, Lívsgleði, Hugsa jaligt, Søla og Tænasta, Meirsøla og Telefontænasta o.a. Nú til jóla bjóðar Niclas Heri ein mini-fyrilestur til jólaveitslurnar, sum hann kallar "Born to be alive". Tað er tað besta av tí besta frá fyrilestrinum um Lívsgleði, sum Niclas Heri hevur kóka niður í 15 til 20 min. Hetta er ein eksplosivur, festligur og undirhaldandi fyrilestur.

 

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com