Øll nøvn Konsertsolistar Ólavur Jakobsen

Ólavur Jakobsen

Ólavur Jakobsen gekk á tí Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum við Ingolf Olsen, har hann bleiv útbúgvin í 1995. Hann hevur síðani lært í Paris hjá tí franska gittarleikaranum Roland Dyens, og hevur luttikið í úrvalsliðum hjá Sir Julian Bream, David Russell, Goran Sollscher og øðrum. Í nøkur ár arbeiddi Ólavur Jakobsen sum freelance tónleikari í Keypmannahavn, har hann var limur í Corona Guitar Quartet og var á konsertferðum sum kamartónleikari og solistur. Ólavur Jakobsen hevur verið við á frumframførslum hjá einum ótali av tónlistaverkum hjá donskum og føroyskum tónaskøldum, til dømis Per Nørgård, Axel Borup-Jørgensen, Pierre Dørge, Sunleif Rasmussen, Edvard Nyholm Debess og Kristian Blak. Harafturat hevur Ólavur Jakobsen spælt saman við fleiri populerum listafólkum, umframt tí íslendska ljómliðinum CAPUT og tí danska Orchestra Collegium Musicum. Ólavur Jakobsen arbeiðir eisini sum tilrættisleggjari, framleiðari og tónleikalærari, og er ein av stovnarunum av Aldubáruni.

 

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com