Øll nøvn Konsertsolistar Ólavur Olsen

Ólavur Olsen

Ólavur Olsen byrjaði at spæla kornett sum 10 ára gamal, og spældi longu á ungum árum í hornorkestri, klassiskum høpi, umframt í popp og jazz bólkum. Í 2003 tók hann prógv á tí Kongaliga Musikkkonservatoriinum í Århus, har hann hevði Kristian Steenstrup og Martin Schuster sum høvuðlærarar. Meðan hann gekk á konservatoriinum lærdi hann eisini improvisatión hjá Jesper Riis og Lars Vissing. Í 2001 luttók Ólavur Olsen í tí evropeisku big band verkætlanini "Swinging Europe" sum høvuðs trompetleikari, og var á konsertferð í størsta partinum av Evropa.

Ólavur Olsen hevur spælt við eini breiðari røð av bólkum og ljómliðum. Millum annað Kluvers Big Band í Århus, Aldubáruni, Føroya Symfoniorkestur og Brekkubrothers. Ólavur Olsen arbeiðir nú sum freelance klassiskur- og jazz tónleikari, umframt solistur í ymiskum ljómliðum. Harafturat luttekur hann á studiiupptøkum við ymiskum bólkum og ljómliðum. Hann er eisini limur í Aldubáruni, og undirvísir í messingljóðførum á Musikkskúlanum.

 

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com