Øll nøvn Páll Finnur Páll

Páll Finnur Páll

Teir eru nakað heilt serligt í føroyskum tónleiki – Páll Finnur Páll. Bólkurin við teimum stuttligu og argandi tekstunum. Hóast summi bæði øtast og øsast av tekstunum, so hevur Páll Finnur Páll megnað at fingið flestøll rivin við av fangandi poppløgunum, og bólkurin er vorðin samheiti við veitslu, skemt og gott lag. Hetta kemst uttan iva av tí sannroynd, at bólkurin hevur ófornoktiligar tónlistarligar dygdir og ein sans fyri góðum lagasmíði, sum fáur. Harafturat hevur bólkurin seinastu árini ment seg til at verða ein av bestu live-bólkunum í landinum.

Páll Finnur Páll er kanska best dámdi føroyski bólkur í sínum ættarliðið, og tað er ikki heilt burturvið at samanbera teir við Frændur, sum eins og Páll Finnur Páll onkursvegna rakti okkurt í tíðini og hjá ungdóminum, ið fór beint inn.

Limirnir í bólkinum

Páll G. Hammer
Páll Oddur Rubeksen
Finnur Jensen
Høgni Fagraberg
Ísak Sambleben
Halgir Arge

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com