Øll nøvn Konsertsolistar Petsi Friis Tvørfoss

Petsi Friis Tvørfoss

Petsi Friis Tvørfoss hevur sungið og spælt klaver, síðan hon var heilt lítil, og hevur ferðast víða kring heimin við ymiskum bólkum og kórum sum solistur og sopranur. Frá 2004 til 2009 tók hon tónleika - og sangútbúgving á Jysk Musikkonservatorium. Í 2004 sang hon í tí danska melodi grand prixnum við lagnum "Mest når det er regn". Seinasti bólkur hennara eitur Homeland, har hon framførir og skrivar løgini saman við pianistinum Sofiu Hejslet.

Røddin hjá Petsi Friis Tvørfoss fevnir víða. Seinasta árið hevur hon framført sum solistur saman við millum annað Føroya Symfoniorkestur og Klüvers Big Band (Århus). Eisini hevur hon havt konsertir innan rokk, popp, gospel, soul, country, trad. føroyskan tónleik og meira klassiskan kirkjutónleik. Petsi framførir eisini við dansitónleiki til brúdleyp og veitslur.

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com