Øll nøvn ROX

ROX

ROX – stovnaður, januar 2010.

ROX osar av lívi og spæligleði. 1-2-3-4 so byrjar tú tralla við fótinum, smílast og tú fært hug at leggja dansigólvið undir tínar føtur.

ROX hevur lagt seg eftir at spæla gyltar klassikarar, og tað nýggjasta nýggja. Stílurin varierar millum country, pop, bleytar balladur, glaðan popp og yvir í rock. ROX spælir løg hjá nøvnum sum: Elvis, Robbie Williams, The Beatles, Kings Of Leon, Crowded House, Straight Ahead, Train, CCR, Bon Jovi, Kjølar, Tom Petty, Abba, Adam Lambert, Jason Derulo, AC/DC og nógvum øðrum.

Bólkurin er mannaður av:
Signar í Homrum – Sang
Johan Ziskason – Guitar
John Johansen – Bass
Henning Hjalt Nicodemussen – Trummur.

ROX kan spæla til næstan øll tiltøk, so sum, dansitiltøk, brúdleyp, føðingardagar, jólaborðhald, firmaveitslur osv. Við at booka ROX, fært tú fyrsta floks undirhald, har tónleikurin verður settur í fokus, fyri at geva áhoyrarum besta upplivilsið, óansæð hvat tiltakið er. – So, ganska einfalt: Booka ROX, so er einki roks …

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com