Øll nøvn Konsertsolistar SAKARIS

SAKARIS

Sum snarljós av klárum himni, kickstartaði elektrosnillingurin SAKARIS summarið 2010 við sólskinshittinum ”In a Box”. Sum ein av teimum fýra elektroperlunum av netútgávuni Darling EP, hertók ”In a Box” føroysku útvarpsrásirnar við sínum smittandi ovfarakæti, pumpandi synthum og hamrandi klapp-og-tramp rútmum. Handan hittið finna vit 23 ára gamla Sakaris Emil Joensen. Sum partur av føroyska rokkpallinum í mong ár, hevur Sakaris spælt og framleitt við nøkrum av størstu nøvnunum her á klettunum, harímillum Lama Sea, Guðrið Hansdóttir, HEIÐRIK, The Story Ends og Boys in a Band. Við síðuna av øllum hesum hevur hann uttan stórvegis háva ment eitt elektroprosjekt, ið nú er vorðið til tónleikanavnið SAKARIS. Við farteldu, synthesizarum, trummumaskinum og íblástri frá svakligum japanskum telduspølum, umframt meira mainstream poppi, framleiður SAKARIS vælsmurdar elektropop kompositiónir, ið smekka eitt smíl á varrarnar og noyða ein út á dansigólvið.

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com