Øll nøvn Konsertsolistar Sámal Petersen

Sámal Petersen

Sámal Petersen er og hevur verið sera aktivur á konsertpallinum í Føroyum tey síðstu 15 árini. Hann tók útbúgving frá tónlistaskúlanum í Odense í 1993 og las víðari í Wien, til hann í 1995 kom heim til Føroyar aftur at arbeiða í Føroya Musikkskúla. Afturat hesum arbeiði, hevur Sámal spælt eina ørgrynnu av ymiskum konsertum, klassiskt sum popptónleik.

Síðani 1995 hevur Sámal verið konsertmeistari í Føroya Symfoniorkestri, har hann hevur verið solistur fleiri ferð. Hann var eisini ein av stovnarunum av tónleikabólkinum Aldubáruni í 1995, og hevur harafturat drúgvar royndir sum kamartónleikari. Sámal kann spæla til ymisk høvi sum soloviolin, ella í duettum, har hann spælir violin saman við klaverspælara ella gittarleikara.

 

Send ein óbindandi fyrispurning til
tonleikur@tonleikur.fo

Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar

Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41

Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

 










© 2010 Tonleikur.fo I Sitemap I Teldupostur I Telefon 21 41 41 I Facebook Myspace Youtube Twitter Sound Cloud

Site design thorsimonsen.com