Tíðindaskriv 13.10.2010
Tónleikur.fo - slóðbrótandi føroyskt booking felag
Í dag fer eitt nýtt booking felag av bakkastokki. Talan er um Tónleikur.fo, sum umboðar tað besta innan føroyskan tónleik og undirhald. Felagið er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum.
”Beint nú eru fyrispurningar eftir tónleiki og undirhaldi til jólaborðhald”, sigur Elin Hentze, sum er dagligur leiðari av Tónleikur.fo. ”Men annars bjóða vit eitt breitt úrval av tónleiki og undirhaldi til firmaveitslur, móttøkur, ráðstevnur, ferniseringar, brúdleyp, føðingardagar, konsertir, festivalar, stevnur, og øll sløg av privatum veitslum – hvørt tað snýr seg um tónleik og undirhald til borðhaldið, tónleik aftur við felagssangi, dansitónleik, ella at fáa til vega skiparar til føroyskan dans”.
Á heimasíðuni hjá Tónleikur.fo er eitt yvirlit yvir tey listafólkini, sum felagið umboðar. Har eru bæði konsertnøvn, dansibólkar, DJ’s, VJ’s, og undirhald til vaksin og børn. Umframt myndir og tekstir, eru eisini sangir og sjónbandaløg við teimum ymisku listafólkunum. Visiónin við heimasíðuni er at samla útboðið av tónleiki og undirhaldi á einum stað, so tað er lætt at finna hjá fyriskiparum av tiltøkum.
”Fyrimunirnir við at bíleggja gjøgnum okkum eru millum annað, at vit gera sáttmála við kunda og listafólk”, sigur Elin Hentze. ”Vit hava yvirlit yvir nógv listafólk, og vita hvør er tøkur, ella kunna bjóða okkurt tilsvarandi. Vit fylgja harafturat væl við og hava samband við alt tað nýggja innan tónleik og undirhald. Sostatt kunna vit altíð hjálpa kundanum við at velja tann rætta tónleikin og tað rætta undirhaldið til eitthvørt høvið”, sigur Elin Hentze at enda.

 
|
 |
Send ein óbindandi fyrispurning til
 tonleikur@tonleikur.fo
Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar
Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41
Vit síggja fram til at hoyra frá tær.
|